Jólaskipið kemur inn á Vágsbotn
Leygardagin 15. desember klokkan 15.00 leggur jólaskipið at undir Bryggjubakka. 

Tað er Thorshavn, sum kemur við jólamonnunum, ið gleða seg at síggja øll børnini taka ímóti í hugnaliga umhvørvinum undir Bryggjubakka og í Vágsbotni.

GHM spælir jólatónleik, og jólamenn ganga í býnum.

Somuleiðis verður stórt barnatiltak við Julius og Rógva í Amtmansgarðinum kl. 15.45. Umframt gykl og jólahugna, verða eisini holukøkur og kakao at fáa.

Bæði tiltøkini eru ókeypis!

Handlar í miðbýnum og í SMS hava opið til kl. 20.00

Sí annars tiltøk á www.visittorshavn.fo/jol